Nýtt landsstýrisfólk tilnevnt í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag klokkan 14.00 fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at tilnevna nýtt landsstýrisfólk í umhvørvismálum fyri Ingilín Didriksen Strøm, sum legði frá sær 24. oktobur, tá ið tað gjørdist greitt, at missálit á hana fór at verða samtykt i tinginum.

Útvarpið sigur, at helst verður Margit Stórá, verandi landstýriskvinna í heilsumálum, nýggj landstýriskvinna í umhvørvismálum, meðan Súsanna Bertholdsen, tingkvinna, verður landstýriskvinna í heilsumálum.

Um Súsanna Bertholdsen verður nýggj landsstýriskvinna, kemur Kim Durhuus aftur á ting.

Í sambandi við valið av nýggjum landsstýrisfólki verður móttøka í Tinganesi í dag klokkan 14.00. Móttøkan er ikki almenn.