Nýtt próvtøkutræ á Glasi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Øll, sum hava tikið prógv á Galsi munnu kenna træið í Atrium.

Træið verður nevniliga brúkt til myndatøka, tá ið húgvan kemur á høvdið og til aðarar serligar løtur.

Í fjør gjørdist træið í Atrium illa fyri og doyði. Men nú er nýtt træ komið ístaðin fyri hetta.

Heini Joensen og Sámal Ravnsfjall frá Vøxtur vóru í farnu viku og settu nýggja træið niður.

Hetta er eitt yngri og minni træ enn tað, sum hevur staðið har í nøkur ár. Á Glasi fegnast tey um, at teirra ímynd, træið, aftur er í Atrium.

Sambært norrønu fornsøguni, var Glasir ein viðarlund ella eitt træ uttanfyri Valhøll, sum var vakrast millum gudar og menn.