,

Nýtt sam­starv mill­um Norður­lond og Skot­land inn­an tón­leik

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Føroysk tónleikaverk og framførslur settu sín dám á festivalin Nordic Music Days 2024, ið varð hildin í Glasgow í Skotlandi um vikuskiftið.

Ársins festivalur er eitt nýtt samstarv millum Norðurlond og Skotland, við endamáli “at byggja langtíðarhaldfør og burðardygg sambond millum tónleikafelagsskapir, samfelagsbólkar og einstaklingar,” sum tað eitur.

Hetta er fyrstu ferð at festivalurin varð hildin í Skotlandi. Ráðið Norðurlendsk Tónaskøld byrjaði í 1888 og er ein av heimsins elstu tónleikafestivalunum, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Í 2021 vóru Føroyar vertir fyri festivalinum.

“Sum vertsland fyri Nordic Music Days 2024, hevur skotska stjórnin havt eitt virkið samstarv og samskifti við øll norðurlondini um fyrireikingarnar, eisini umvegis sendistovurnar í London,” sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið víðari.

Tær føroysku sendistovurnar hava eisini til endamáls at fremja áhugamál Føroya mentanarliga í vertslandinum, og Sendistova Føroya í London var samvertur fyri einari VIP móttøku í sambandi við setanina tann 31. oktober, saman við skotsku stjórnini og hinum norðurlendsku sendistovunum.

“Á skránni í Glasgow vóru fleiri enn 200 tónleikarar og tónaskøld úr Føroyum, Íslandi, Svøríki, Noregi, Grønlandi, Danmark, Finlandi og Skotlandi, og býurin var fullur av tiltøkunum av alskyns slag,” varð upplýst.

“Føroyar vóru sera væl umboðaðar á ársins festivali, bæði við tónleikaverkum og framførslum, umframt til pallborðskjak og fyrilestrar á NordEX ráðstevnuni, sum var partur av festivalskránni.”

Eitt tónleikaverk hjá yí unga føroyska tónleikaskaldinum Eli Tausen á Lava, ein nýggj tulking av Let Me Cry hjá Händel, varð framført av BBC Scottish Symphony Orchestra og University of Glasgow Chapel Choir, saman við trimum øðrum verkum hjá norðurlendskum tónleikaskøldum. Konsertin varð útvarpað á útvarpsrásini BBC Radio 3.

KATA var á skránni við ikki minni enn trimum framførslum og var somuleiðis partur av konsertini Echoes from the Edges: Inspired by Faroese Cave Concerts, sum var grundað á árligu konsertirnar í Klæmintsgjógv, og Dávur Juul Magnussen legði til rættis.

“Dávur Juul Magnussen umskapaði, við tónleiki úr Føroyum, Hebridunum og Glasgow, kirkjuna til ta ekkóandi Klæmintsgjónna,” frættist. Afturat Dávuri og KATA, luttóku John Kenny á trombon, Kristian Blak á trætrumpet, messingspælarar úr Royal Conservatoire of Scotland, og University of Glasgow Chapel Choir.

Á NordEX luttók Sunleif Rasmussen, formaður í Felagnum Føroysk Tónaskøld, á einum pallborðskjaki nevnt Sustainability and the Wellbeing Economy. Kjakið snúði seg um politisk hugskot, forðingar og loysnir í samband við burðardygd og vælferðarbúskap, sum var støði undir pallborðsfundinum Intersecting Policy Ambitions: Culture, Sustainability and Wellbeing, ið varð hildin seinni á degnum. Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, luttók á pallborðsfundinum, saman við m.a. skotska uttanríkis- og mentamálaráðharranum Angus Robertson.