Ikki síðan 2009 hevur kendi britpop-bólkurin Oasis verið saman á palli. Men í kvøld broytist tað.
Tað er fríggjakvøld 4. juli, og staðið er Principality Stadium í Cardiff, har Gallagher-brøðurnir, Liam og Noel, taka fyrsta stigið á sínum longu vælumtókta Oasis Live ’25 túri.
Frá tíðliga á morgni hevur lagið verið í hæddini í Cardiff, og fjepparar savnast uttanfyri stadion.
“The great wait is over,” skriva Oasis á síni heimasíðu síni, og tað er ikki løgið, tí hetta verður fyrstu ferð teir eru á palli í meira enn 15 ár.
Dyrnar lata upp klokkan 17:00, og Oasis sjálvir koma á pall klokkan 20:15. Liam Gallagher hevur longu boðað frá á X: “Don’t be late or we’ll start without you.”
Konsertin í Cardiff er tann fyrsta av fleiri. Oasis spæla aftur í Cardiff leygardagin og síðan fimm konsertir í Heaton Park í Manchester, áðrenn leiðin gongur til Wembley og síðan til Edinburgh.
Oasis eru aftur. Kvøldið í kvøld er søguligt, og fjepparar um alt Bretland eru klárir at hoyra løg sum Wonderwall og Don’t Look Back in Anger.
