Obbekjær trýr upp á samlaðan sigur til NSÍ á FC Lugano
07.08.2026NSÍ er aftanfyri 0-2 aftaná fyrru uppgerðina móti sveisiska liðnum, FC Lugano í triðja undanumfarinum í Conference League. Daniel Obbekjær trýr tó upp á, at NSÍ undir heimligum umstøðum og á graslíki kann vinna ein samlaðan sigur á FC Lugano. Hoyr telefonsamrøðuna Trygvi Absalonsen gjørdi við Obbekjær seinnapartin í dag.