Odmar Færø: – EB/Streymur gav okkum ein harðan dyst
31.08.2026Aftaná 3-0 (1-0) heimasigurin hjá KÍ á EB/Streymi fekk Brynjar J. Poulsen orðið á verjuskansan hjá KÍ, Odmar Færø. Odmar staðfestir, at EB/Streymur spældi væl og gav KÍ ein harðan dyst, men Odmar er fegin um hvussu KÍ spældi seg og arbeiddi seg úr trupuleikunum. Nú vónar Odmar at vera millum teir 11 leikararnar, ið sleppa at byrja inni til steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld klokkan 19.