Odmar Færø fer eftir stigum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í annaðkvøld klokkan 17.00 spælir føroyska manslandsliðið í fótbólti móti Armenia í Nations League á útivølli í armenska høvuðsstaðnum Jerevan.

Trygvi Absalonsen sigur frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 16.50. Viðmerkjari verður Agnar Prestá.


Trygvi Absalonsen hitti í dag verjuleikaran Odmar Færø undir venjing. Hann lat væl at fyrireikingunum, hóast ferðin til Armenia tók meira enn eitt samdøgur.

Odmar Færø heldur eisini, at tað gekst væl í heimadystunum móti Armenia og Norðurmakedonia, men hann er greiður um, at tað eru heilt øðrvísi dystir á útivølli.

Odmar Færø vónar sjálvandi at byrja á vøllinum, og hann sigur at spælimátin undir nýggja venjaranum, Eyðuni Klakkstein, fer eitt sindur aftur til grundina, har tað ræður um at fáa verjuspælið at rigga.

Odmar Færø heldur eisini, at nú teir hava verið í Armenia í tveir heilar dagar, so hava teir ongar umberingar. Víðari sigur hann, at menn eru uppsettir at geva alt, so teir fáa stig móti Armenia. Hann heldur, at allir tora at siga, at teir fara eftir einum ella trimum stigum.


Lurta eftir samrøðuni niðanfyri.