Ódnartøk 2025 við metstórari luttøku

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ársins Ódnartøk, ið er ein fastur táttur í føroyskum kappróðri, endaðu í stórari og væl eydnaðari stevnu í Norðragøtu leygardagin, har áskoðarar sóu javnar og spennandi róðrar.

Ódnartøkini í ár vóru rógvin í Runavík, Miðvági og finalan var í Norðragøtu. Luttøkan var metstór í ár, og heili 80 bátar kappaðust. Í Norðragøtu róðu 70 bátar.

Í fleiri bólkum var kappingin so jøvn, at bert heilt fáir hálvtrýssindapartar skiltu vinnaran frá næsta bátinum. Fleiri bátar komu akkurát javnir á mál, eitt dømi var barnaróðurin hjá gentum í Miðvági, har Svalan og Firvaldur høvdu somu tíð: 0:46.01.

Í Runavík var ein av mest spennandi løtunum í Ódnartøkum, tá ið Sølmundur og Sundabáturin lógu nærum javnir allan vegin, og munurin bert gjørdist 0.03 sekund

Í finaluni í Norðragøtu vardi Sundabáturin seg aftur ímóti Skúgvi og vann við 0.06 sekundum. Í Miðvági møttust tungvektararnir Risin og Ørvur, og Risin vann við 0.07 sekundum.

Ódnartak 2025 vísti seg enn einaferð sum ein stuttlig og áskoðaravinarlig kapping við spennandi jøvnum róðrum.

Í Róðrarsambandinum gleða tey seg longu til Ódnartøkini næsta ár.

Leygardagin 31. mari verður fyrsti FM-róðurin rógvin á Norðoyarstevnu í Klaksvík.


Myndir: Róðrarsambandið