Ógvusligt ferðsluóhapp í Hvalvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tíðliga í morgun hendi eitt álvarsamt ferðsluóhapp í Hvalvík. Ein bilur, sum var á veg norðureftir, rendi á eitthvørt við landsvegin og fór sendandi runt.

Tá ið løgreglan kom á staðið, lá bilurin á liðini, og bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, sat fastkleimdur.

Bjargingarfólk vóru skjót á staðnum, og sløkkiliðið mátti brúka klippiútgerð fyri at fáa bilføraran leysan. Hann varð síðan fluttur á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan upplýsir, at maðurin tosaði við bjargingarfólkið, men tey vita ikki neyvt, hvussu støðan hjá honum er.

Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og løgreglan fer at viðgera málið víðari. Ferðslan var tarnað eina løtu, men nú er vegurin opin aftur.