Ójanin er minni enn í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum og í ES.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Ójavni verður ofta máldur við gini-talinum og við fimtingslutfallinum, og fyrraárið var gini-talið í Føroyum 21,0 samanborið við 21,1 árið fyri.
Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum í javnvirðisinntøku, og um øll hava somu inntøku, er gini-talið 0. Hevur eitt húski hinvegin alla inntøkuna í samfelagnum, er gini-talið 100.
Í Danmark er gini-talið 31,3, í Norra er tað 27,9 og í Svøríki 26,8.
Í Grønlandi er gini-talið rættiliga høgt; har er tað 34,0. Í ES er gini-talið 30,1.
Eitt annað mát fyri ójavna er fimtingslutfallið, ið vísir, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ovasti fimtiparturin ræður yvir samanborið við lægsta fimtapartin. Í Føroyum hevur ovasti fimtiparturin 2,9 ferðir so nógv sum lægsti fimtiparturin.