Ójavnin í Føroyum veksur spakuliga

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ójavnin í inntøkubýtinum í Føroyum er vaksin seinastu trý árini. Gini-talið, sum lýsir ójavnan í javnvirðisinntøkuni, var í 2023 komið upp á 22,6 samanborið við 22,2 árið fyri. Hetta merkir, at býtið er vorðið eitt sindur skeivari, hóast tølini hava ligið støðugt millum 21 og 23 seinastu tíggju árini.

Fimtingslutfallið, eitt annað mát fyri inntøkubýti, vísir sama mynstur. Í 2023 hevði ovasti fimtingurin av inntøkum 3,1 ferðir størri inntøku enn lægsti fimtingurin, eitt lítið hopp frá 2022, har talið var tríggjar ferðir.

Samanborið við londini kring okkum er ójavnin framvegis minni í Føroyum. Gini-talið er 28 í Danmark og Svøríki, 30 fyri ES-londini og heili 34 í Grønlandi. Í Noregi er gini-talið 25.

Hetta vísir, at hóast skeivingin í inntøkubýtinum er vaksin, er býtið enn javnari í Føroyum enn í grannalondunum.