Kristian Eli Andersen og Erla Heinesen Højsted geva út ókeypis netbókina Metakognitiv viðgerð – tá strongdin tekur yvir.
Bókin gevur lesaranum ítøkilig amboð til at skilja, handfara og fyribyrgja strongd. Hon lýsir, hvussu metakognitiv viðgerð er øðrvísi enn aðrir viðgerðarhættir, tí hon bjóðar eina einfalda og effektiva tilgongd til at minka um ávirkanina, sum tankar kunnu hava á okkum.
Høvundarnir siga, at endamálið við bókini er at gera strongd lættari at skilja og geva lesaranum eina praktiska vegleiðing til at handfara og fyribyrgja hana.
– Vit fara at granska tær myturnar og misskiljingarnar, sum ofta eru knýttar at strongd, og lýsa, hvussu metakognitiv viðgerð er øðrvísi enn aðrir viðgerðarhættir við at bjóða eina einfalda, men effektiva, tilgongd til at bróta valdið, sum tankarnir kunnu hava á okkum. Hetta snýr seg ikki bert um at skilja strongd betur, men eisini at læra, hvussu tú kanst fáa varandi sálarligt frælsi og ró, siga høvundarnir um endamálið við bókini.
Bókin er givin út á føroyskum og donskum. Hon er ókeypis at taka niður.