Fólk hava í langa tíð spurt eftir einum innandura spælilandi, og nú er líkt til, at vit fáa tvey innandura spælilond í Føroyum.
Herfyri frættist, at eitt spæliland eftir ætlan letur upp í Bovlinghøllini um árskiftið. Og nú letur Tórshavnar kommuna eitt øki í Hoyvík, ið skal vera innandura spæliland.
Tórshavnar kommuna vísir á, at eitt spæliland hóskar væl til norðurlendsku býirnar, sum í flestu førum kunnu flokkast sum vetrarbýir, ið hava langar og myrkar vetrar og lutfalsliga styttri summur við nógvum regni og vindi. Eitt innandura spæliland kundi verið við til at samsýna hesar dagar.
Tað er í hesum sambandi, at Tórshavnar kommuna ynskir at kanna, um privata vinnan er áhugað í at byggja eitt innandura spæliland.
– Eitt stað, har tað ongantíð regnar, skrivar kommunan.
Frammanundan er greitt, at fyrst í komandi ári er ætlanin, at Bovlinghøllin á Hálsi skal umbyggjast, soleiðis at eitt nýtt spæliland til børn eisini verður partur av tilboðnum á staðnum.
Les meira: Bowlinghøllin letur upp aftur við spælilandi
Staðsetingin við Stórutjørn
Ætlanin er at staðseta spælilandið við Stórutjørn í Hoyvík. Kommunan hevur arbeitt við einari heildarætlan fyri heilt nýggjan býarpart við Stórutjørn. Ein partur av økinum er lagt av til ítrótt. Endaliga skipanin av ítróttaøkinum er ikki liðug enn, men fyrsta verkætlanin í økinum verður nógv umrødda Stórhøllin. Fyri at gagnnýta lendið í økinum sum best, er ætlanin, at spæliland skal staðsetast oman á parkeringsplássini við Stórhøllina.
Undirlendið til spælilandið verður leigulendi, og tað verður funnið fram til ein leigukostnað, tá besta uppskotið um spæliland er funnið.
Um útboðið
Útboðið er soleiðis háttað, at uppskot til innandura spælilandi, ið verður latið kommununi, skal innihalda:
- Frágreiðing um ætlanina
- Tilvísingar ella tekningar, sum vísa dám og snið á spælilandinum
- Kostnaðarstøðið á atgongumerkjum
- Tíðarætlan á verkætlanini
- Annað
Uppskotini skulu latast inn á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. august 2023 klokkan 12.
Spurningar í sambandi við uppgávuna og útbjóðingartilfarið kunnu sendast á útboðsportalinum í seinasta lagi 28. juni 2023 og verða somuleiðis svaraðir umvegis portalin í seinasta lagi 30. juni 2023. Fyri at lata tilboð inn á útboðsportalinum, má tilboðsgevarin vera skrásettur sum brúkari. Øll kunning og samskifti verður frameftir á útboðsportalinum.
Útbjóðingartilfarið sæst í fullum líki her:
Innandura spæliland – útbjóðingartilfar
Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)
Freistin at lata uppskot inn er 28. august 2023 klokkan 12.