,

Øking í burðatalinum í 2024

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í 2024 vóru 591 nýføðingar føddir í Føroyum. Tað eru 17 fleiri enn í 2023. Í ár verða væntandi umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í 2025.

– Vit eiga at fegnast um hesa gongd, og samstundis framhaldandi gera neyðug átøk fyri, at vøksturin heldur fram. Tað er ikki bert ábyrgd hjá tí einstaka, men eisini ein felags ábyrgd hjá samfelagnum at skapa góðar karmar fyri lívið og framtíðina, sigur Susanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Burðatalið er lækkað nógv seinastu árini. Í 2023 fór føðitíttleikin fyri fyrstu ferð niðurum tvey børn fyri hvørja kvinnu í barnsburðaraldri. Í mong ár hevur føðitíttleikin í Føroyum verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum evropeiskum londum.

Hendan gongdin hevur ført til áheitanir um at tryggja betri umstøður fyri barnafamiljur og ung. Tí er tað eitt gott tekin, at burðatalið nú kvinkar upp eftir. Tað er ein áminning um, at smáar broytingar kunnu hava stóran týdning, og at vit eiga at halda fram at skapa góðar karmar fyri barnafamiljur.

At fleiri børn verða fødd, bendir á, at vón er um framtíðina, og at fólk hava álit á gongdini í samfelagnum. Tey nýggju ættarliðini bera við sær nýggja orku og eru okkara trygd fyri, at samfelagið verður varðveitt og ment, bæði búskaparliga og mentanarliga.

Kelda: Hagstova Føroya og Sjúkrahúsverkið.