,

– Okkara Suðuroyartunnil er betri fyri brúkaran og samfelagið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nú ein vika er til løgtingið skal taka endaliga støðu til Suðuroyartunnilin, vísa teir tríggir, Kristian Stórhamar, Mourits Joensen og Jón Sigurdsson einaferð á fyrimunirnar, sum teir halda eru við at lata tunnilin byrja norðan fyri Sandsbygd og fara suður til Sandvíkar umvegis Skúvoy.

Teir tríggir siga, at munurin millum teirra málsetning og tann hjá tunnilsfelagnum er, at meðan tunnilsfelagið arbeiðir eftir partafelagslógini og fyrst og fremst hevur tunnilin sum fokus, arbeiða teir eftir, hvat er best fyri brúkaran og samfelagið.

– Tað er jú brúkarin og samfelagið, ið skulu bera kostnaðin, bæði við bygging og rakstri. Tí er tað avgerandi at hava eitt samfelagsligt perspektiv og gagnnýta allar møguleikar fyri land og fólk, siga teir.

Ein linjuføring, sum teir siga er 3 km longri enn forprosjekti úr Djúpadali til Sandvíkar. Við hesi arbeiðsætlan siga teir, at tunnilin frá Sandi til Sandvíkar verður liðugur knøpp tvey ár fyrr enn tunnulin hjá tunnilsfelagnum og Norconsult úr Djúpadali.

Teir leggja dent á, at við at bora frá trimum støðum, Sandi, Sandvík og Skúvoy, tryggja teir skjótari framdrift og optimala arbeiðsgongd við veksuldrift. Sama borikapasitetur verður brúktur sum til Sandoyartunnilin, har royndir vísa, at liðugtgerð av einum 11 km langum tunnili tók 19 mánaðir.

Hendan loysnin gevur fleiri fyrimunir: Tryggari og skjótari farleið fyri suðuroyingar og skúvoyingar, minni váða við styttri teini og færri seinkingar. Við boring á fimm stuffum, tað er arbeiðsstøðum, minkar váðin fyri trupulleikum. Eisini eru jarðfrøðiligir fyrimunir við linjuføringini umvegis Skúvoy.

Teir halda eisini at henda ætlanin umhvørvisliga betri og ger seg ikki inn á náttúruøki við Stóravatn og Lyngheiðum. Endamálið er at skapa bestu, tryggastu og mest kostnaðareffektivu loysnina fyri brúkaran og samfelagið, so verkætlanin verður gagnlig í longdini.

Samanumtikið er málið ikki bara ein tunnil, men ein samlað farleið til Suðuroyar og Skúvoyar, ið skal virka haldførligt og skilagott bæði nú og í framtíðini.