33 ára gamli strandingurin, Ólavur Mikkelsen, verður nýggiur venjari hjá U21 landsliðnum í fótbólti. Hann hevur gjørt sáttmála við Fótbóltssamband Føroyaum at venja liðið komandi tvey árini.
Ólavur, ið er uppvaksin á Skála og hevur fótbóltsroyndir sum hjálparvenjari í Víkingi, er spentur at byrja í nýggja starvinum.
– Hetta er ein stór uppgáva, men eg eri ótrúliga glaður fyri møguleikan, og síggi við spenningi fram ímóti at koma í gongd,” sigur hann.
Fyrstu venjingarnar verða í næstu viku, og í summar byrjar EM undankappingin. Føroyar eru í bólki saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Frankaríki. Fyrsti dysturin verður leygardagin 7. juni, tá Føroyar taka ímóti Estlandi á heimavølli.
Ólavur takkar Víkingi fyri tíðina í Sarpugerði:
– Eg vil samstundis takka Víkingi fyri tíðina í Sarpugerði, sum hevur verið sera lærurík,” sigur Ólavur.
Tað ljóðar, at André Olsen verður hjálparvenjari hjá ÓIavi Mikk