Óli 15 mál í HM-sigri hjá U21 landsliðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HM-endapæli – U21 menn – Hondbóltur
Norðurmakedonia – Føroyar 28-33 (15-16)

Óli Mittún skoraði heili 15 ferðir, tá ið U21-menninir í hondbólti vunnu fyrsta dystin í HM-endaspælinum 33-28 móti Norðurmakadonia.

Norðurmakadonia var framman fyri fyrst í dystinum, men um miðjan fyrra hálvleik fóru Føroyar fram um fyri fyrstu ferð og í steðginum var 16-15 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki løgdu Føroyar seg beinanvegin fram um við tveimum trimum málum, og tann munurin helst sær meginpartin av hálvleikinum.

Tá ið fimm minuttir vóru eftir, førdu Føroyar 31-25, og hóast Norðurmakedonar komu niður á 31-18, so vunnu Føroyar at enda ein greiðan 33-28 sigur.

Tíverri fyri hondbóltsáhugaðar føroyingar riggaði stroymingin av dystin ikki í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki var myndagóðskan sera vánalig.

Føroyar spæla í morgiárið klokkan 10. 45 móti Íslands, sum í dag tapti 29-25 móti Rumenia.


Føroyskir málskjúttar

  • Óli Mittún – 15/18 (83%)
  • Óla Jákup Gaard Olsen – 6/7 (86%)
  • Rókur Ziskason – 4/4 (100%)
  • Isak Vedelsbøl – 4/5 (80%)
  • Høgni Heinason – 2/4 (50%)
  • Høgni Højsted – 1/5 (20%)
  • Trúgvi Hávardsson – 1/2 (50%)
  • Niklas Gaard – 0/2 (0%)
  • Tróndur Johnsson – 0/0 (0%)
  • Sofus I Selvindi Nattestad – 0/0 (0%)
  • Rói Hjaltason Seyer – 0/0 (0%)
  • Eyðbjørn Danielsen – 0/0 (0%)
  • Búi Poulsen – 0/0 (0%)
  • Tóki Fríðriksson – 0/0 (0%)
  • Aleksandar Lacok (má)– 0/0 (0%)
  • Tórstein Sivertsen (má)– 0/0 (0%)