Hoyvíkingurin og H71’arin Óli Mittún, sum hevur spælt í 3 ár í svenska Sävehoff, ferð nú til Danmarkar at spæla við GOG Håndbold á Fjóni í summar, hetta váttar H71.
Óli hevur gjørt 4 ára sáttmála.
Óli Mittún ein lyklaspælari tá talan er um evropeiskt meistaraheiti
Bara 20 ára gamal hevur føroyska hondbóltskometin Óli Mittún longu vakt ans í altjóða umhvørvi sum eitt av størstu hondbólts talentunum úr Norðuratlantshavi.
Frá hansara byrjan í føroyskum ungdómshondbólti hjá H71 til gjøgnumbrotið hjá svenska IK Sävehof, hevur karrieran hjá Óla Mittún gingið skjótt framá. Nú eru tíðindini váttaði um, at GOG hevur gjørt sáttmála við unga talenti
Vit ynskja Óla Mittún bestu eydnu í GOG