,

Óli Mittún flest ordilig mál í Svøríki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjárkvøldið skoraði Óli Mittún sigursmálið fyri Sävehof, tá ið hálvur minuttur var eftir í 32-31 sigrinum á heimavølli móti Skövde. Undan dystinum vóru liðini jøvn við 15 stigum hvør. Sävehof er nú á øðrum plássið við 17 stigum, men tað er sera javnt í bestu svensku hondbóltsdeildini, og einans 5 stig eru niður til 10. plássið. Átta tey fremstu liðini koma víðari í finaluumfarið.

Hjá Óla Mittún, sum framvegis bara er 19 ára gamal ,gongur strúkandi fyri tíðina. Í gjár var hann aftur toppskjútti hjá Sävehof við 9 málum, og á toppskjúttararlistanum í deildini er hann á øðrum plássi við 85 málum. Verða brotskastmálini tikin burtur, so er Óli Mittún tann, sum hevur skotið flest mál í opnum spæli í Handbollsligan. Hin føroyingurin í Sävehof, Ísak Vedelsbøl, skoraði eitt mál.


Tað gongur eisini væl hjá Róa á Skipagøtu í Hallby. Í gjár skoraði hann 6 mál, tá ið Hallby tapti 32-28 heima móti Malmø. Rói á Skipagøtu hevur skotið 40 mál í bestu svensku deildini. Hallby er í løtuni á 10. plássið við 13 stigum.


Stigatalva í svensku Handbollsligan

DVJTMálStig
1Ystads IF HF121011426 – 35021
2IK Sävehof13814416 – 39017
3Hammarby IF HF13724389 – 37816
4IFK Kristianstad13715416 – 38015
5IFK Skövde HK13715383 – 37015
6HF Karlskrona13634381 – 37315
7HK Malmö12624347 – 34014
8Önnereds HK13706396 – 40314
9IF Hallby HK13616372 – 34813
10OV Helsingborg HK13526364 – 38812
11Alingsås HK13436375 – 38611
12Amo HK13427405 – 43510
13Skånela IF132011366 – 4294
14Eskilstuna Guif IF131111342 – 4083