Olja á vegnum til Eiðis

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað var tíðliga í morgun, at eiðisfólk varnaðust, at olja var á vegnum – frá vegastrekkinum til innkoyringina niðan til Eiðisvatn og oman í Eiðisbygd.

Løgreglan fekk boðini klokkan 06:50 í morgun.

Løgreglan sendi ein bil á staðið at vegleiða ferðsluna, umframt at heitt varð á Landsverk um at koma og taka oljuna upp, so oljan ikki er til ampa fyri ferðsluna.

Landsverk er nú í holt við at reinsa vegin, greiðir vakthavandi hjá Føroya Politi frá.