Føroyska oljunýtslan í fjør var nakað minni enn í 2021.
Tað vísir tøl frá Hagstovuni, sum hevur uppgjørt føroysku oljunýtsluna fyri 2022.
Oljunýtslan í Føroyum var í fjør 293.725 tons, sum er 19.062 tons færri enn í 2021, tá oljunýtslan var 312.787 tons.
Størstiparturin av oljunýtsluni er í vinnuni, og tað eru serliga skip, ið brúka nógva olju.
Fiskiskip stóðu fyri 28,9 prosentum av oljunýtsluni í fjør, meðan onnur skip stóðu fyri 20,2 prosentum.
Bólkarnir fiskiskip, skip og ídnaður stóðu fyri tilsamans 58 prosentum av oljunýtsluni í fjør, og bólkurin akfør stóð fyri 12 prosentum av nýtsluni.
Hagstovan sigur, at oljunýtslan er uppgjørd frá oljuveitarum og SEV. Føroysk skip, ið bunkra uttanlands, eru við í uppgerðini. Somuleiðis eru útlendsk skip, ið bunkra í Føroyum, drigin frá.