Øll fingið streymin aftur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klokkan 20.55 boðar SEV frá, at øll hava fingið streymin aftur eftir fleiri streymslit í meginøkinum seinnapartin og í kvøld. Seinast at fáa streymin aftur var Norðurøkið.

Fyrr í kvøld fingu tey í Vágum, Streymoy, Sandoy og størsta partinum av Eysturoy streymin aftur.

Tað var um fýra tíðna seinnapartin, at streymurin fór í Norðurøkinum, og klokkan 16.40 fór streymurin um alt meginøkið.

Tað var ein feilur í á koblingsstøðini í Skálafirði (myndin), sum førdi til streymslitið.