Øll hava tvey stig í bólki 2

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bólkur 2 í Faxe Kond kappingni hjá kvinnum má sigast at vera sera spennandi. Úrslitini í kvøld lagaðu seg soleiðis at øll fýra liðini í bólkinum hava tvey stig eftir 2 dystir. Tí er alt púra opið í januar, tá ið seinstu dystirnir verða spældir.


Faxe Kondi kvinnur bólkur 2
Stjørnan – Neistin 24-23 (9-12)

Hóast Neistin ikki er so væl mannað hetta kappingarárið, so má tað sigast at vera óvæntað, at tær taptu móti Stjørnuni í Klaksvík í kvøld.

Í hálvleikinum var heldur einki, sum bendi á nakað annað enn ein sigur til Neistan, sum førdi 12-9. Fyrst í seinna hálvleiki, sá eisini út til, at Neistin avgjørdi dystin, tá ið tær komu fimm mál fram um, 18-13 tá ið 15 minuttir vóru spældir.

Men so vaknaðu tær úr Stjørnuni veruliga, og gjørdu ikki mætari enn at vinna seinasta korterið í seks málum, so at dysturin endaði við eitt máls sigri til Størnuna, 24-23.

Hjá Stjørnuni skoraði Tóra Eliasen 7 mál, og Marjun Danber og Birna Eyðunardóttir skoraðu 5 mál hvør fyri Neistan.


Faxe Kondi kvinnur bólkur 2
StÍF – EB 20-23 (7-10)

Tað má eisini sigast at vera óvæntað, at EB basti StÍF á Skála. Men eiðiskvinnur hildu seg framman fyri frá byrjan til enda.

Í hálvleikinum førdi EB 10-7. Í seinna hálvleiki vóru tær tvey trý mál frammanfyri alla tíðina og vunnu dystin 23-20.

Fyri StÍF skoraði Josefine Dyring 7 mál, og fyri EB gjørdi Sanja Pajic eisini 7 mál.


12. januar spælir EB móti Stjørnuni á Eiði ella við Streymin, og í Havn tekur Neistin móti Stjørnuni.


Stigatalva Faxe Kondi kvinnur – Bólkur 2

DystirVunnin málTapt málMunurStig
Neistin25141102
Stjørnan24850-22
StÍF2474702
EB24048-82