Manchester City, Nottingham Forrest, Chelsea, Arsenal, Aston Villa og Tottenham, sum lógu frá 2. til 7. pláss undan vikuskiftinum, taptu øll stig um vikuskiftið. Tað kom væl við hjá Liverpool, sum er flúgvandi fyri tíðina og er fremst í Premier League fimm stig framman fyri Manchester City.
Alt sá út til at ganga, sum tað skuldi, tá ið Erling Haaland legði Manchester City fram um í fyrra hálvleiki úti móti Brighton. City er tó ikki tað, teir plaga at vera, og móti endanum av dystinum, skoraði Brighton ikki bara eina ferð, men tvær ferðir, og so tapti Pep Guardiola fyri fyrstu ferð fýra dystir á rað sum venjari.
Liverpool spældi leygarkvøldið móti Aston Villa. Liverpool hevði bóltin mest, og eftir eitt skjótt mótálop mitt í fyrra hálvleiki beindi Darwin Nunez bóltin í málið úr spískum vinkli. Aston Villa hevði eisini sínar møguleikar, og ikki serliga væl spældi dysturin livdi leingi. Seint í dystinum avgjørdi Mohamed Salah dystin eftir enn eitt skjótt mótálop.
Sunnudagin mistu so øll hini liðini í toppinum stig. Arsenal og Chelsea spældu javnt. Tá ið ein tími var spældur beindi Gabriel Martinelli bóltin í málið úr spískum vinkli eftir góða sending frá norska liðskiparanum, Martin Ødegaard, sum er við aftur eftir skaða í fleiri vikur. Tíggju minuttir seinni javnaði Pedro Neto við einum dreymamálið, tá ið hann rak úr høgru síðu og hamraði bóltin inn við nærmast stong.
Nottingham Forrest, sum hevur tikið øll á bóli í Premier League higartil, tapti 3-1 heima móti Newcastle, og Tottenham tapti heilt óvænta 2-1 á heimavølli móti uppflytarunum Ipswich, sum harvið kom upp um niðurflytingarstrikuna.
Tað má eisini nevnast, at Manchester United við fyribils venjaranum Ruud van Nistelrooy vann 3-0 móti Leicester heima á Old Trafford. Bruno Fernandes skoraði tvey mál og Alejandro Garnacho eitt. Hóast Manchester United bara er nummar 13 við 15 stigum, so eru bara 4 stig upp til Chelsea á 3. plássið. So tað er tætt í Premier League, og fjepparar hjá United er ógvuliga spentir, nú portugisin, Rúben Amorim byrjar í heita venjarasessinum eftir landsliðssteðgin.
Úrslit í Premier League
Leygardagin | |||
Brentford – Bournemouth | 3 – 2 | ||
Crystal Palace – Fulham | 0 – 2 | ||
West Ham – Everton | 0 – 0 | ||
Wolverhampton – Southampton | 2 – 0 | ||
Brighton – Manchester City | 2 – 1 | ||
Liverpool – Aston Villa | 2 – 0 | ||
Sunnudagin | |||
Manchester United – Leicester | 3 – 0 | ||
Nottingham Forest – Newcastle | 1 – 3 | ||
Tottenham – Ipswich | 1 – 2 | ||
Chelsea – Arsenal | 1 – 1 |
Stigatalva Premier League 2024/2025
Dystir | Málmunur | Stig | ||
1 | Liverpool | 11 | 21 – 6 | 28 |
2 | Manchester City | 11 | 22 – 13 | 23 |
3 | Chelsea | 11 | 21 – 13 | 19 |
4 | Arsenal | 11 | 18 – 12 | 19 |
5 | Nottingham Forest | 11 | 15 – 10 | 19 |
6 | Brighton | 11 | 19 – 15 | 19 |
7 | Fulham | 11 | 16 – 13 | 18 |
8 | Newcastle | 11 | 13 – 11 | 18 |
9 | Aston Villa | 11 | 17 – 17 | 18 |
10 | Tottenham | 11 | 23 – 13 | 16 |
11 | Brentford | 11 | 22 – 22 | 16 |
12 | Bournemouth | 11 | 15 – 15 | 15 |
13 | Manchester United | 11 | 12 – 12 | 15 |
14 | West Ham | 11 | 13 – 19 | 12 |
15 | Leicester | 11 | 14 – 21 | 10 |
16 | Everton | 11 | 10 – 17 | 10 |
17 | Ipswich | 11 | 12 – 22 | 8 |
18 | Crystal Palace | 11 | 8 – 15 | 7 |
19 | Wolverhampton | 11 | 16 – 27 | 6 |
20 | Southampton | 11 | 7 – 21 | 4 |