Ígjár vóru fýra bøtur skrivaðar í samband við fýrverk, har nakrir áskoðarir høvdu neyðblus við inn til dystin millum HB og B36.
Ein persónur fekk eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri at vera ólátaður.
Hóast at nógv fólk vóru í býnum ígjár, var tað óvanliga friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini
Eitt ferðsluóhapp var seinnapartin ígjár við eysturoyartunnilin, hvítanes megina. Tveir bilar rendu saman, orsaka av at annar bilurin ið skuldi koyra út á vegin frá einum víkiplássi, ikki yvirhelt víkiskylduni. Tað var bert materiellur skaði frá óhappinum.