Óluvá í Gong heldur fram sum forkvinna hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tá freistin at stilla upp til forfólka- og nevndarvalið í felagnum var úti hevði bert eitt valevni boðað frá uppstilling til forfólkasessin. Tað var Óluvá í Gong, ið sostatt heldur fram sum forkvinna tey næstu fýra árini.
Fýra valevni hava boðið seg fram til teir báðar nevndarsessirnar, ið standa fyri vali. Tær eru:
- Birita Tollaksdóttir Clementsen
- Guðrið Óluvudóttir
- Joan Mohr Mikkelsen
- Súsanna Funding
Aðalfundurin hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrðingum verður á Hotel Føroyum leygardagin 15. mars.