Omondi: Móttøkuflokkur er gott hugskot

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað hevur týdning at eggja næmingar at royna seg á føroyskum og at tora, hóast teir ikki siga alt rætt. Tað hevur eisini týdning at eggja teir at vera sosialir og nógv millum fólk, tí tað lærir tú eisini nógv av. Næmingar verða ávirkaðir av teimum, sum eru rundan um teir. Eg haldi, at tað hevur alt at siga, at foreldrini hjá næmingunum eisini fáa undirvísing í føroyskum, og at tað verður væntað at teimum, at tey eggja børnum sínum at vilja læra og hava positivan hugburð til at læra føroyskt. Um foreldrini ikki leggja í at læra føroyskt, ávirkar tað børnini, og tey læra ikki so skjótt føroyskt. Ganga foreldrini hinvegin á odda at læra føroyskt, so verður hetta ein felags uppgáva.

Tað sigur Omondi Reagan Ayodo, ið er lærari í Skúlanum í Giljanesi, við Skúlablaðið.

Hann heldur, at tað, at hava móttøkuflokk fyri næmingar, sum flyta til landið, er gott hugskot. Hetta, tí so fáa teir eitt gott innspark í føroyskum saman við næmingum, sum eru á sama stigi sum teir.

Við skúlaársbyrjan fekk Omondi Reagan Ayodo starv sum lærari í Skúlanum á Giljanesi. Hann vónar at kunna halda fram í skúlanum. Dreymurin hjá Omondi er at fáa fast starv. Men hann hevur eisini sett sær sum mál at nema sær meiri útbúgving.

– Enn kanst tú ikki lesa master sum lærari, men tá ið tað fer at bera til, havi eg hug til tað. Annars, so dámar mær sera væl at arbeiða við sernámsfrøði. Eg havi nógvar royndir við tí úr Kenja, og eg havi eisini gjørt mær nakrar royndir í serflokkinum í Skúlanum á Giljanesi. Tað er fantastiskt at kunna vera við at menna næmingar, sum hava serligan tørv, sigur hann.

Honum dámar sera væl at vera lærari, og hóast tað kann vera strævið, so ber altíð til at finna loysnir.

– Einki er so ringt, at tað ikki ber til at loysa, og nógv kanst tú loysa sjálvur. Tosað verður nógv um, at næmingatalið er ov høgt í flokkunum. Eg haldi, at um tað er neyðugt, so kann tað vera gott hugskot at seta fleiri lærarar inn í flokkarnar, men er tað ikki neyðugt, so gevur tað ikki meining. Eg haldi, at skipanin eigur at vera so mikið smidlig, at bara flokkar, sum hava brúk fyri tvílærara, eiga at fáa tað.

Mátti læra seg danskt
Omondi Reagan Ayodo tók prógv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í juni í fjør. Læraraútbúgvingin, sum hann hevur nomið sær í Kenja, tók tvey ár, og níggju mánaðir av tíðini var undirvísing; restin var starvsvenjing.

Hóast hann helst hevði kunnað fingið góðskrivað onkra lærugrein, valdi hann at taka fulla útbúgving. – Tað er so nógv øðrvísi at vera lærari í Føroyum samanborið við Kenja. Tí gav tað mest meining fyri meg at taka alla útbúgvingina av nýggjum, umframt at eg skuldi læra føroyskt væl og virðiliga. Tað, sum eg ikki visti tá, var, at eg eisini skal duga væl danskt fyri at kunna lesa í Føroyum, og tað hevur verið ein avbjóðing. Í tann mun bar tað til, royndi eg at útvega mær enskar bøkur um sama evni, sum var í donsku bókunum, men eg havi eisini lært danskt og skilji málið, men eg dugi ikki at tosa ella skriva tað, sigur Omondi Reagan Ayodo við Skúlablaðið.

Øll samrøðan við Omondi kann lesast í Skúlablað nr. 3, 2023.

Kelda: Turið Kjølbro/Skúlablaðið