Í juli vóru 30.652 fólk í starvi í Føroyum. Tað er tað hægsta talið av starvsfólki í Føroyum nakrantíð, og 350 fleiri enn sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 1,2 prosent. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya.
Bæði kvinnur og menn eru fleiri í starvsfólkaskaranum. Kvinnurnar eru 177 fleiri, menninir 173. Tað svarar til ávikavist 1,2 og 1,1 prosent vøkstur.
Flestu starvsfólk eru løgd afturat fiskiveiðu og almennum vinnugreinum. Serliga botnfiskiveiða hevur havt stóran vøkstur, 88 fleiri, ella 15 prosent.
Almenn umsiting og verja hevur eisini fingið fleiri starvsfólk. Har eru 90 fleiri enn í fjør. Eisini røktarvirksemi á bústovnum er vaksið nógv, 83 fleiri, ella 2,8 prosent.
Privatu arbeiðsgevararnir hava fingið flest menn afturat, meðan almennu arbeiðsgevararnir hava fingið flest kvinnur. Til dømis eru 156 fleiri menn hjá privatum arbeiðsgevara, og 137 fleiri kvinnur hjá almennum.
Byggivinnan hevur hinvegin mist starvsfólk. Har eru góð 60 færri enn í fjør, sum er ein minking á 2,3 prosent.
Talið av starvsfólkum uttan føroyskt bústaðartilknýti er eisini vaksið. Í juli vóru tey 115 fleiri enn í fjør. Tað er ein vøkstur á 5,9 prosent. Flest av teimum starvast í framleiðsluvinnuni og fiskivinnu.
