Ongar ítøkiligar ætlanir eru at seta á stovn installatørútbúgving í Føroyum. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, í svari til fyrispurning frá Hanna Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn.
Í løtuni taka føroyingar útbúgvingina umvegis donsku skipanina, men landsstýrismaðurin er tó sinnaður at viðgera málið, um ein størri tørvur vísir seg at vera á útbúgvingini.
Einki fyrireikandi arbeiði er gjørt seinnu árini, men sambært Vinnuháskúlanum var útbúgvingin áður boðin út saman við maskinmeistaraútbúgvingini árini 1990-1992. Skipanin steðgaði, tí lítil undirtøka var.
Landsstýrismaðurin nevnir, at ein kostnaðarmeting er torfør, tí tað veldst um innihaldið í útbúgvingini. Til samanberingar kostar eitt skúlaár á miðnámi uml. 1,5 mió. kr., og eitt semestur á Glasi fyri byggifrøðingar kostar uml. 600.000 kr.
Ein installatørútbúgving, sum tekur tvey ár, kundi tí kostað umleið 2-3 mió. kr.