,

Ongin leikari úr Superliguni í danska EM-hópinum

Skrivað

FM1

Dagfesting

Í gjár kunngjørdi danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, hópin hjá sær, ið skal við til EM-endaspælið í Týsklandi í juni.

Í hópinum eru 26 leikarar. Ongin av hesum 26 leikarum spæla í donsku Superliguni. Allir spæla uttanfyri Danmark. Sostatt sleppur ársins leikari í bestu donsku deildini, Nicolai Vallys, sum spælir við Brøndby, ikki við til EM-endaspælið.

Kasper Hjulmand var eisini spurdur av TV 2 Sport, hví ongin leikari úr bestu donsku deildini var úttikin. Til hetta svaraði hann:

– Tað er ikki soleiðis, at eg velji Superliguna frá. Eg velji teir leikarar, ið eg haldi eru best.

Aftrat hesum segði danski landsliðsvenjarin, at ein onnur møgulig orsøk til at ongin leikari úr Superliguni er í danska landsliðshópinum, er, at alsamt fleiri danskir leikarar spæla uttanfyri Danmark.

Málverjar:

Kasper Schmeichel, RSC Anderlecht

Frederik Rønnow, Union Berlin

Mads Hermansen, Leicester City

Verjuspælarar:

Andreas Christensen, FC Barcelona

Simon Kjær, AC Milan

Jannik Vestergaard, Leicester City

Joachim Andersen, Crystal Palace

Victor Nelsson, Galatasaray SK

Joakim Mæhle, VfL Wolfsburg

Victor Kristiansen, Bologna F.C

Alexander Bah, SL Benfica

Rasmus Nissen Kristensen, Leeds

Miðvallarar:

Christian Eriksen, Manchester United

Thomas Delaney, RSC Anderlecht

Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham Hotspur

Mathias Jensen, Brentford F.C

Christian Nørgaard, Brentford F.C

Morten Hjulmand, Sporting Lissabon

Áleyparar:

Rasmus Højlund, Manchester United

Jonas Wind, VfL Wolfsburg

Andreas Skov Olsen, Club Brugge

Anders Dreyer, Club Brugge

Yussuf Poulsen, RB Leipzig

Mikkel Damsgaard, Brentford F.C

Kasper Dolberg, RSC Anderlecht

Jacob Bruun Larsen, Burnley F.C

Danmark er í bólki saman við Serbia, Slovenia og Onglandi. Væntað verður at Danmark sleppur úr bólkaspælinum. Fyrsti dystur hjá dønum í bólkaspælinum er móti Slovenia tann 16. juni. Áðrenn EM-endaspælið fer av bakkastokki, skulu Danmark spæla tveir vinardystir móti Svøríki og Norra.