Ordrabøkurnar fullar tvey ár fram í tíðina

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað er framvegis nógv at gera í byggivinnuni, og ordrabøkurnar hjá vinnuaktørunum eru fullar í minsta lagi tvey ár fram í tíðina.

Hetta skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðingini fyri 2022, sum í farnu viku varð løgd fram fyri aðalfundin í felagnum.

Arbeiðsgevarafelagið skrivar, at tað eru land og kommunur – og tað almenna annars – sum halda eftirspurninginum á byggimarknaðinum uppi.

Bygging og umvæling av bústøðum sær hinvegin út til at vera lakari, tí lánikostnaðir og byggitilfar eru dýrkað so mikið nógv, at fólk eru vorðin afturhaldin við at byggja nýtt og at keypa sethús, sum krevja umvælingar.

Sambært Føroya Arbeiðsgevarafelag er tað framvegis tørvur upp á skikkaða arbeiðsmegi, sum er størsta avmarkingin fyri framleiðsluna í byggivinnuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at hóast stórur vøkstur hevu verið bæði í talinum á løntakarum og í lønarútgjaldingum síðan 2013, so hava tølini verið fallandi síðan 2020.