Sev skrivar, at elframleiðslan í dag annan jóladag er 100 prosent burðardygg um alt landið. Jólaaftan var 89 prosent grønur, og í tilsamans 9 tímar og 35 minuttir 100% grønur. Jóladag var elframleiðslan 93 prosent grøn, og í góðar 13 tímar var elframleiðslan 100% grøn.
Ta løtuna, dunnurnar vóru í ovninum jólaaftan, øktist eftirspurningurin eftir elorku, so tá var neyðugt at tendra motorarnar á Vágsverkinum og Sundsverkinum, men út á seinnapartin dalaði elnýtslan aftur. Vit brúktu mest el í tíðarskeiðnum millum klokkan 15.30 og 17.30 jólaaftan.
Jólamorgun og fyrrapart var nærum eingin vindur, so tá vóru aftur boð eftir Sundsverkinum og Vágsverkinum.
Tað er vatnorkan, sum hevur verið bulurin í elframleiðsluni um jólini. Jólaaftan stóð vatnorkan fyri góðum 51% og jóladag fyri sløkum 63%. Í Suðuroy eru tað tó vindmyllurnar og battarískipanin, sum syrgja fyri 100% grønari orku, tí vatnorkuverkið í Botni er undir umvæling.