Politikkarar í oyggjabólkinum millum Hetland og skotska meginlandið skulu týsdagin viðgera eitt uppskot um eina “alternativa stjórnarskipan”.
Tað skrivar BBC.
Oyggjabólkurin hoyrir undir Skotland, og er harvið ein partur av Bretlandi.
Tá ið politikkararnir skulu viðgera uppskotið, so skal millum annað viðgerast, um Orknoyggjar skulu royna at gerast eitt sjálvstýrandi øki undir Noregi.
Sambært James Stockan, leiðara av lokala økisráðnum, verður Orknoyggjar svikið av bæði bretsku og skotsku stjórnini.
– Vit stríðast nógv í løtuni, sigur hann í samrøðu við BBC.
Tørv á eyka hjálp
James Stockan vísir á, at oyggjabólkurin hevur brúk fyri at skifta allan ferjuflotan út, ið bindir oyggjarnar saman.
Men tað er ein avbjóðing, tí Orknoyggjar verða ikki raðfestar av skotsku stjórnini, sambært leiðaranum.
– Vit vita, at vit tey seinastu 40 árini eru vit komin við íkasti vegna oljuna í Norðsjónum, men tað, vit fáa aftur, er ikki nokk til at tingini at mala runt, sigur James Stockan.
Hann skjýtur tí upp, at Orknoyggjar fara at kanna møguleikarnar, hvussu oyggjabólkurin kann styrkja norðurlendska sambandið við Danmark, Noreg og Ísland.
Verið undir donskum og norskum valdi
Orknoyggjar hava áður verið undir norskum og donskum valdi.
Í 875 tók norski kongurin Harald Hárfagri oyggjarnar og legði tær undir norskt veldi.
Hetland, Orknoyggjar og Hebridurnar ella Suðuroyar, sum norðbúgvar kallaðu tær, vóru í gomlum døgum í tí norska ríkinum eins og Føroyar, Grønland og Ísland.
Landið kom undir Skotlands kong, tá ið Kristian 1. var kongur í Danmark-Noregi. Hann setti oyggjarnar í veð í 1468 til kongin av Skotlandi fyri heimanfylgju, sum dóttir hansara, Margreta, sum var gift skotska konginum, skuldi hava.
Veðið, ið var 50.000 gyllin, var ongantíð loyst. Seinni komu Orknoyggjar og Hetland, saman við Skotlandi, undir kongin av Onglandi.
– Á gøtuni í Orknoyggjum siga fólk enn við hvønn annan: “Nær fara vit at gjalda veðið aftur, so vit aftur kunnu hoyra til Noregi”, greiðir James Stockan BBC frá.
– Vit vóru partur av Noregsveldi í nógv longri tíð, enn vit hava verið partur av Bretlandi, slær hann fast.
Tað búgva 22.000 fólk á Orknoyggjum.

Orknoyggjar liggja ímillum Hetland og Skotland