Orkuskiftið í Føroyum gongur ov seint. Hetta er staðfest av teimum 29 limafyritøkunum í netverkinum Varandi Vinnu, sum heita á politisku skipanina um at geva orkuskiftinum hægstu raðfesting. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Orkunýtslan í Føroyum veksur við rúkandi ferð. Í 2014 brúktu føroyingar umleið 300 GWt av elorku, men í 2024 er talið økt til nærum 500 GWt. Henda stóra øking setir trýst á orkuskiftið og ger tað neyðugt at útbyggja varandi orkuframleiðslu skjótari.
Varandi Vinna heldur , at vinnan hevur ein týðandi leiklut í orkuskiftinum. Tann stóra orkunýtslan hjá vinnuni ger, at skjótt og vælskipað orkuskifti er alneyðugt fyri kappingarførið hjá fyritøkunum, serliga nú útlendskir marknaðir seta strangari krøv um útlát og burðardygd.
Varandi Vinna sigur, at tað skal vera bæði lættari og meira lokkandi at seta upp varandi orkuframleiðslu í Føroyum. Fyritøkur skulu hava betri møguleikar at leggja um frá olju til el, og privata vinnan skal hava betri karmar at taka lut í orkuskiftinum. Vinnan hevur kapital, førleikar og vilja at lyfta stóran part av orkuskiftinum.
Poula Michelsen, forkvinna í Varandi Vinnu, undirstrikar týdningin av samstarvi millum politisku skipanina og vinnuna.
– Vit hava øll sama mál, sum er at skunda undir orkuskiftið. Tí er neyðugt at loysa tær forðingar, sum steðga framburðinum í dag.

Stabbarnir vísa býtið millum olju og varandi orkukeldur í elorkuframleiðsluni í Føroyum, meðan gula linja vísir prosentpartin av varandi orku, sum var 57% í 2024.