Tá ið Luis Ramírez Zapata sendi bóltin í ungarska bóltin og minkaði um støðuna til 5-1, vóru tað fleiri liðfelagar, ið bóðu hann slappa eitt sindur av, tá hann fegnaðist um málið, tí teir máttu ikki eggja ungarum til meira. Dysturin endaði 10-1 til Ungarn og størsti HM-sigurin var veruleiki.
Tvær ferðir hevur minsta landið í Miðamerika, El Salvador, vunnið seg til eitt HM-endaspæl. Undan HM 1970 endaði ein marknaósemja við kríggi, tá ið El Salvador spældi HM-undandyst ímóti Honduras í 1969. Dysturin elvdi til, at herurin í El Salvador tók seg inn í Honduras. Eitt fýra daga langt kríggj, sum kostaði menniskjum í túsundatali lívið og rak túsund onnur burtur frá húsum og heimi – eitt blóðugt stríð, sum framvegis verður kallað Fótbóltskríggið, har fleiri enn 3.000 fólk fullu.
Undan HM 1982 var aftur galið, tí landið lá nú í borgarakríggi. El salvadorianska borgarakríggið byrjaði eitt áratíggju eftir Fótbóltskríggið. Tað vardi nógv longri og var eyðkent av píning, týning og drápsmannaliðum. Harðrendir stjórnarherar, sum vórðu stuðlaðir av amerikonsku stjórnini, har kalda kríggið framvegis hevði fastatøkur, bardist við vinstrahallar uppreistrarbólkar. Hin vanligi borgarin píndist í ólukkumát. Skirvisliga undirstøðukervið í minsta Miðamerikanska landinum var oyðilagt. Undankappingin til HM 1982 hevði lítla raðfesting og ongin hevði roknað við, at liðið fór at vinna seg fram til HM-endaspælið.
24 lond bjóðaðu seg til at kappast um tvey pláss til HM 1982 úr Norður- og Miðamerika. Fyrst vórðu londini býtt 4 bólkar: Norðuramerikanska økið, Miðamerikanska økið og 2 bólkar í Karibiska økinum. Endin varð, at Canada, Mexico, Honduras, El Salvador, Cuba og Haiti vunnu sær rættin til at kappast um meistaraheitið í CONCACAF og somuleiðis rættin til at luttaka í HM. Honduras var vertstjóð. Roknað varð við, at Mexico við stjørnuleikaranum frá Atlético de Madrid, Hugo Sánchez, mundi hava besta møguleikan.
El Salvador legði fyri við at tapa 0-1 fyri Canada, men 1-0 sigurin á Mexico munaði væl, tá Éver Hernández skoraði sigursmálið. Liðið hevði kortini ógvuliga trupult við at skora mál. Undan seinastu umfari høvdu El Salvador; Canada og Mexico øll fýra stig, meðan Honduras hevði sjey stig. Tann 19. november 1981 vann El Salvador 1-0 á Haiti, tá liðskiparin, Norberto Huezo, sendi eitt brotsspark í netið. Tann 21. november megnaði Canada bert at fáa ein 2-2 javnleik ímóti Cuba og tá Mexico snávaði dagin eftir ímóti Mexico eftir ein 0-0 javnleik, hevði El Salvador spælt seg til HM-endaspælið.
Tað er heilt óskiljandi, at el salvadorianararnir kundu hugsavna seg um fótbóltsspælið á vøllinum, tí onkur teirra hevði mist verfaðirin, tá stjórnarherurin leyp á ein uppreistrarbólk, sum hevði hersett ein landsbý, meðan aðrir leikarar høvdu verið fyri, at frælsisstríðsmenn høvdu tikið familjulimir, vinir og kenningar sum gíslar. Harafturat vóru teir staddir í einum landi, sum var fíggindasinnað; kríggið í 1969 var ikki gloymt.
Leikararnir stríddust allarhelst mest millum dystirnar, sum kom til sjóndar ein seinnapart, tá teir og canadiararnir vóru bjóðaðir til eina veitslu í einum landsbýi 50 kilometrar frá Tegucigalpa; meðan canadiararnir hugnaðu sær óført í svimjihylinum, gjørdu gjøldur við hvørjum øðrum og sólaðu sær, sótu el salvadorianararnir rundan um eitt lurtitól og fylgdu við tíðindunum heimanífrá – ella royndu at skiftast um at ringja heim, men fyri tað mesta, til onga nyttu. Einastu hyggjuráðini vóru kortini at halda áfram at spæla, tí tað var einasti máti at lætta um gerandisdagin og savna tjóðina eina stutta stund.
Tað eydnaðist El Salvador at skora 2 mál í 5 dystum, harav annað var eitt umstrítt brotsspark, men kortini endaði liðið á 2. plássi aftan fyri Honduras, men framman fyri Mexico og Canada. Men tey bæði málini góvu eisini fýra stig, tí El Salvador vann bæði 1-0 á Mexico og Haiti. Harafturat komu tveir 0-0 javnleikir ímóti ávikavist Cuba og Honduras, meðan El Salvador tapti 0-1 fyri Canada.
Mótstøðuliðini í Spania gjørdust Argentina, Ungarn og Belgia, sum El Salvador møtti undir HM 1970 í Mexico.
Í februar sá út til, at liðið fór at taka seg úr HM-happingini eftir, at leikararnir fóru í verkfall orsakað av, at fíggjarligi ágóðin, sum teir høvdu fingið lovað, ikki varð útgoldin. Eftir drúgvar samráðingar varð gølan loyst uttan, at almenningurin fekk at vita, hvussu trupulleikarnir vórðu loystir.
Tað kostaði 1,5 milliónir krónur at fara til Spania at luttaka og tí høvdu viðhaldsfólk og stuðlar sjálvboðin selt stuttermaða blusur og plakatir fyri at savna pening inn.
Fyrireikingarnar til HM 1982 vóru í heila tikið alt annað enn nøktandi. Illa bar til at fáa venjingardystir í lag og venjingarnar vórðu ofta órógvaðar, tí leikarar møttu seint, tá teir noyddust at hjálpa særdum menniskjum, sum sløddust á vegnum. Orsakað av sparitiltøkum sluppu bert 20 leikarar við, hóast teir kundu havt 22. Gilberto Quinteros og Miguel González fingu boð um at sita eftir við, tá fótbóltssambandið heldur ynskti at taka limir umframt vinir og famliju við, so ráðini vóru ikki til ein fullan hóp. Leikararnir vóru sjálvandi í øðini og royndu at skava pening fyri at fáa liðfelagarnar við, men tað eydnaðist ikki, tí teir allarflestu vóru jú áhugaleikarar.
Tað tók tríggjar dagar at ferðast til Spania og ávegis steðgaði ferðaliðið ymsastaðni eftir boðum frá fótbóltssambandinum, har liðið eitt nú spældi ímóti einum brasilskum klubbliði. El Salvador var sostatt seinasta landið, sum kom til HM 1982, men framvegis vóru fleiri snøklar eftir. Adidas hevði sent fýra hvítar og tríggjar bláar leikbúnar, men bara tríggir hvítar og ein bláur komu fram. Fótbóltssambandið fór við hinum leikbúnunum. Teir spældu í hvítum leikbúna og høvdu bláa leikbúnan at taka til.
Í einari kanning, sum ein el salvadoriansk útvarpsstøð hevði gjørt, søgdu fleiri enn 60%, at tey væntaðu ein sigur, men el salvadorianararnir vistu als onki um ungarska mótstøðuliðið, sum hevði vunnið sín bólk framman fyri Ongland, hóast Ongland hevði vunnið báðar dystirnar. El Salvador hevði heldur ongantíð sæð Ungarn spælt og tað einasta, teir vistu um Ungarn, var eitt avoldað sjónband, sum teir høvdu keypt. Teir vórðu tískil rættiliga bilsnir av, at ungarar vóru so høgir. El Salvador hevði heldur ongan vimpil at lata ungarum undan dystinum.
Onkur hevði stolið Tango España bóltarnar, sum liðið skuldi venja við. Dagin fyri vandu ungararnir við teimum 25 bóltunum, meðan EL Salvador ongar bóltar hevði at venja við og tískil mátti læna frá ungarum.
El Salvador hevði ikki bara yngsta hópin undir HM-endaspælinum, men eisini yngsta venjaran, 36 ára gamla Mauricio “Pipo” Rodríguez, sum hevði spælt í HM 1970, men mátti gevast í 1972 orsakað av knæskaða; bert 27 ára gamalur.
Bara helvtin av fyrra hálvleiki var spældur og Ungarn førdi 3-0, tá Pipo framdi fyrstu útskiftingina. Inn kom áleyparin Luis Ramírez Zapata í staðin fyri miðvallarleikaran José Luis Rugama. Pipo hevði nærum ikki brúkt “El Pelé”, sum hann varð kallaður, í undankappingini, men hann fall væl inn í samanspælið við Jorge Alberto “El Mágico” González og teir báðir syrgdu fyri, at málverjin hjá ungarum, Ferenc Meszaros, noyddist at toga nakrar fínar bjargingar úr ermuni undan steðginum.
Seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá Pipo ynskti at fáa eykamálmannin, Eduardo Hernández, at hita upp, men eykamálverjin noktaði. Eisini á vøllinum stungu trupulleikar seg upp, tá Francisco Jovel brádliga gjørdist deyvur eftir ein harðan stoyt undir vangan. Í sambandi við 4. málið rópti málmaðurin Guevara Mora á Jovel um at lata bóltin fara, men Jovel hoyrdi hann ikki.
Ein glotti á liðnum var “El Mágico”. Í 64. minutti driblaði áleyparin fram við tveimum verjuleikarum og legði inn í ungarska brotsteigin, áðrenn hann legði bóltin aftur til liðskiparan, Norberto Huezo, sum meira ella minni takklaði bóltin fram til Ramírez, sum á 5-metur linjuni, tamdi bóltin, vendi sær og sendi bóltin í málið.
Eftir dystin hevði hópurin ein sera álvarsaman fund við venjarahópin og fótbóltssambandið. Venjarin varð umgangandi loystur úr starvið og leikararnir Jovel, Huezo og Fagoaga stjórnaðu liðnum ímóti Belgia og verandi heimsmeistarum, Argentina, har liðið tapti ávikavist 0-1 og 0-2. Pipo gavst sum venjari med alla.
Dagin eftir bjóðaðu tænararnir á gistingarhúsinum seg fram til at spæla ímóti El Salvador, sum fekk eitt plástur upp á sárið, tá teir vunnu lættliga. Men allar súðir vóru ikki syftar, tí ein av tænarunum varnaðist, at teir høvdu givið honum eitt ófantaligt eyknevni og hann segði sína hjartans hugsan. Endin varð, at gistingarhússtjórin gav honum sekkin fyri at vera ófólkaligur við gestirnar. Teir skelkaðu el salvadorianararnir hóttu við at fara í streiku, um tænarin ikki fekk starvið aftur.
Meðan El Salvador fyrireikaði seg til dystin ímóti Belgia, fingu teir regluliga tíðindi úr heimlandinum og steinur oman á byrðu var tað, tá teir fingu at vita, at ein lítil jarðskjálvti hevði skakað heimlandið.
Samanumtikið var kappingin roknað sum eitt stórt vónbrot, men allir fjølmiðlar vóru samdir um, at Jorge “El Mágico” González var besti el salvadoranski leikarin og hann varð verandi eftir í Spania, har hann leikti fyri Cádiz CF og Real Valladolid.
“El Salvador hevur havt eina sera væl fyrireikaða skrá, har teir hava lagt høvuðsdent á treysti, skjótleika og styrki,” stendur í FIFA frágreiðingini fyri HM 1982 og víðari verður tað nakað undirdrivið staðfest: “men, tað, sum hendi var, at serstaka politiska støðan í landinum forðaði fyri, at teir kundu hugsavna seg soleiðis, sum ynskiligt var.”
Frá 1979 til 1991 var blóðugt borgarakríggj ímillum stjórnarherin, sum USA stuðlaði, og vinstrasinnaðar uppreistrardeildir. Eini 75.000 fólk doyðu. 16. januar í 1992 kom friðaravtala í gildi, sum uppreistraroddamaðurin, Chano Guevara, skrivaði undir.
Í 2007 fingu el salvadoriansku leikararnir uppreisn, tá somu liðini aftur hittist til eitt 25-ára hátíðarhald. Ungarn legði seg á odda 2-0, men innskifti Luis Ramírez Zapata skoraði – men hesaferð tvær ferðir – so dysturin endaði 2-2. “Sálarliga hevði dysturin nógv at týða,” segði hin týðiliga rørdi, 49 ára gamli El Mágico. “Tað var frálíkt endiliga at kunna semjast aftur við okkara fjepparar.”