Øssur Hansen: – AB spælir ein framúr góðan fyrra hálveik – men ein vánaligan seinna hálvleik
02.08.2026Aftaná 3-2 (2-0) heimasigurin hjá AB á Skála ÍF fekk Pætur Nolsøe orðið á høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen. Øssur fegnast um sigurin, og serliga um fyrra hálvleik, har AB sambært Øssuri spældi framúr væl. Øssur heldur tó, at talan var um ein vánaligan seinna hálvleik, og hann iðrar seg um, at AB móti dystarenda letur inn tvey mál.