

Øssur Hansen er stoltur av sínum leikarum
21.03.2026Í samrøðu við Rúna á Reynatrøð slær høvuðsvenjaran hjá AB, Øssur Hansen, at hann er stoltur av sínum leikarum, hóast 1-2 (1-1) tapið fyri NSÍ við Løkin í Runavík. Tó iðrar Øssur seg um, at AB-arnir ikki tók av teimum stóru málmøguleikunum, ið kundu tryggjað teimum stig í dag.
















