Ótrúligir dreingir vunnu á Fraklandi og eru í fjórðingsfinaluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

HM-endapæl – U21 menn – Hondbóltur – Millumbólkur 3
Føroyar – Frakland 28-27 (16-17)

Føroyar vóru aftanfyri meginpartin av dystinum móti Fraklandi. Eftir eina javna byrjan kom Frakland eitt skifti í fyrra hálvleiki fram um við fýra málum 10-6. Men eftir eitt leikbrá svaraðu Føroyar skjótt aftur, og komu enntá fram um 14-13, áðrenn Frakland hevði betri enda upp á fyrra hálvleik og førdi 17-16 í steðginum.

Tað eydnaðist partvíst fraklendingum at steðga Óla Mittún, men vit áttu aðrar, sum dugdu at skjóta mál. Millum annað skoraði Niklas Gaard fleiri ferðir av høgra veingi.

Í seinna hávleik dróg Frakland eitt sindur frá, og stóran part av seinna hálvleiki var Frakland framman fyri við tveimum ella trimum málum.

Føroysku dreingirnir eru tó gjørdir av ótrúligum stoffi, og tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir hálaðu teir inn aftur. Aleksandar Lacok bjargaði tveimum skotum og fyri okkum skoraðu Óli Mittún og Høgni Heinason. Eisini var verjan krútsterk seinasta partin av dystinum, og á áskoðaraplássunum gjørdust føroysku viðhaldsfólkini mælskari og mælskari.

Tá ið seks minuttir vóru eftir javnaði Óli Mittún við brotskastið til 26-26. Vit høvdu eisini møguleikan at leggja okkum fram um, men mistu bóltin og so kastaðu teir í tómt mál.

Við støðuna 27-27 høvdu vit aftur møguleikan at leggja okkum fram um og hesaferð eydnaðist Ísaki Vedelsbøl at skora. Nú vóru bara tveir minuttir eftir.

Frakland skoraði ikki upp á sítt næsta álop. Tað gjørdu Føroyar heldur ikki, og so fór Frakland í seinasta álopið í dystinum, men lukkutíð vunnu teir ikki vegin gjøgnum tøttum føroysku verjuna, og so høvdu okkara røsku U21-dreingir vunnu móti ongum minni enn Fraklandi, og harvið var plássið í fjórðingsfinaluni tryggjað.


Føroyskir málskjúttar

  • Óli Mittún – 9/14 (64%)
  • Niklas Gaard – 4/7 (57%)
  • Isak Vedelsbøl – 4/5 (80%)
  • Høgni Heinason – 3/4 (75%)
  • Rókur Ziskason – 3/6 (50%)
  • Tóki Fríðriksson – 1/1 (100%)
  • Sofus I Selvindi Nattestad – 1/1 (100%)
  • Búi Poulsen – 1/2 (50%)
  • Trúgvi Hávardsson – 1/2 (50%)
  • Høgni Højsted – 1/2 (50%)
  • Rói Hjaltason Seyer – 0/0 (0%)
  • Óla Jákup Gaard Olsen – 0/0 (0%)
  • Eyðbjørn Danielsen – 0/0 (0%)
  • Tróndur Johnsson – 0/0 (0%)
  • Aleksandar Lacok (má) – 0/0 (0%)
  • Tórstein Sivertsen (má) – 0/0 (0%)