Undan 15. mai 1929 hevði Ongland spælt 24 ímóti ikki-bretskum liðum (Írland var partur av Sameinda kongsríkinum). Liðið hevði vunnið 23 dystir og spælt 1 javnleik ímóti Belgia í 1923. Málmunurin var 121-27.
Summarið 1929 sendi enska fótbóltssambandið eitt landslið avstað, sum skuldi spæla ímóti Fraklandi, Belgia og Spania. Ongland vann sum væntað á Fraklandi, har George Camsell og Edgar Kail skoraðu tvey mál í part í 4-1 sigrinum. Ongland vann síðani 5-1 á Belgia, har George Camsell skoraði 4 mál og Joe Carter skeyt hitt fimta.
Tað var sostatt eitt sterkt landslið, sum skuldi møta Spania í triðja dystinum. Undan dystinum varð róð framundir, at spanskur fótbóltur var í menning og Ongland skuldi ikki rokna við einum løttum sigri. Tað var eisini ein smeitur, at málrevurin hjá Middlesbrough, George Camsell, var saknaður og heilt óvanligt var tað, at ein áhugaleikari í uttan-deildarfótbólti, Edgar Kail, hevði fingið landsliðsboð. Hann er samstundis seinasti uttan-deildarleikarin, sum er úttikin til enska A-landsliðið.
Spanska útvarpið sendi beinleiðis frá dystinum og kongafamiljan var millum teir 30.-40.000 áskoðararnir á Metropolitano leikvøllinum hjá Atlético de Madrid. Bíðirøðin sigst hava verið meira enn ein kilometur long og atgongumerkini vórðu handlað fyri risaupphæddir á okkurt um 800 krónur.
Liðið hjá Spania: Ricardo Zamora (RCD Espanyol) – Félix Quesada (Real Madrid), Jacinto Quincoces (Deportivo Alavés) – Francisco Prats (Real Madrid), Martín Marculeta (Real Sociedad), José María Peña (Real Madrid) – Jaime Lazcano (Real Madrid), Severino Goiburu (CA Osasuna), Gaspar Rubio (Real Madrid), José Padrón (RCD Espanyol) og Mariano Yurrita (Real Sociedad)
Liðið hjá Onglandi: Ted Hufton (West Ham United) – Tom Cooper (Derby County), Ernie Blenkinsop (The Wednesday) – Fred Kean (Bolton Wanderers), Jack Hill (c) (Newcastle United), Joe Peacock Middlesbrough – Hughie Adcock (Leicester City), Edgar Kail (Dulwich Hamlet), Joe Carter (West Bromwich Albion), Joe Bradford (Birmingham City) og Len Barry (Leicester City)
Hitin var øgiligur og Ongland fall í fátt sum dysturin leið. Joe Bradford og Joe Carter løgdu annars Ongland á odda 2-0, men Gaspar Rubio og Jaime Lazcano javnaðu fyri Spania. Tá Spania javnaði tustu fólk inn á vøllin og spanska løgreglan hevði svørð á lofti fyri at spjaða mannamúgvuna. Joe Carter legði Ongland aftur á odda 3-2, men Gaspar Rubio javnaði til 3-3 og tá Severiano Goiburu legði Spania á odda 4-3 stutt fyri leiklok, tá tusti mannamúgvan aftur inn á vøllin.
Spanski sigursrúsurin var kortini spakførur, tí dagurin var eisini merktur av sorgarleiki, tá forsetin fyri fótbóltssambandið í Bilbao, señor Jose Maria Acha, doyði í einari bilvanlukku á veg til dystin.
Undan finaluni í kvøld hevur Spania vunnið allar 6 dystirnar (tó ein í longdari leiktíð), meðan Ongland bert hevur vunnið 2 í vanligari leiktíð.