Ovi: Kyndil vísir høgt støðið í dag – Djóni: H71-arnir møta ikki upp í dag

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr frásøgumannin, Pætur Nolsøe siga frá endanum av stórsteypadystinum hjá monnum, ið Kyndil vann 24-23 (13-10) á H71. Hoyr eisini samrøðurnar Pætur gjørdi við níggjumálsskjúttan hjá Kyndli, Ova Lützen og við venjaran hjá H71, Djóna Gaard Joensen. Ovi heldur, at Kyndil vísti eitt høgt støðið í dag. Djóni heldur tað øvugta um sítt lið, ið hann ikki heldur møtti upp í dag, og fór í snaruna at spæla líka seint sum Kyndil, sum hann málber seg. Savnsmynd av Ova Lützen: Sjúrður H. Hoydal.