Í sambandi við at Føroyar fyrireika seg at vera oyggjaleikavertir, bjóðaði ÍSF umboðum fyri fyrireikingarnevndina til leikirnar í 1989 til ein drekkamunn í ÍSF-húsinum.
Tey, sum vitjaðu ÍSF hendan dagin, vóru: Børge Barclay Hansen, Jón Rasmussen, Bjarni Wilhelm, Marjun Hanusardóttir, Martha Weihe Dalsgaard og Niels Nattestad, sum var formaður í fyrireikingarnevndini í 1989.
Nevndin hevur ikki verið saman síðan leikirnar fyri 35 árum síðan. Men kortini gekk prátið lystiliga, og søgurnar vóru nógvar .
John Kjær, serligur ráðgevi hjá Oyggjaleikanevndini, sum verða í Føroyum í 2027, greiddi frá fyrireikingunum til leikirnar í Føroyum um hálvttriðja ár. John hevur verið á øllum leikunum uttan einum, síðan teir vórðu hildnir fyri fyrstu ferð í Isle of Man í 1985.
Brádliga bankaði upp á dyrnar, og maskotturin Piddi kom inn. Mynd var tikin av Pidda saman við fyrireikingarnevndini.
Børge B. Hansen hevði ymiskt við sær frá leikunum í 1989. Millum annað hevði hann tvey heiðursmerki og ymisk bløð, sum vóru gjørd til leikirnar.
826 ítróttafólk úr 15 oyggjum kappaðust í 11 ítróttagreinum á Oyggjaleikum í 1989.
Ítróttasamband Føroya hevur lagt hesar myndirnar á Facebooksíðu sína: