Hóast tað ikki gjørdist til nakað heiðursmerki, so hevur yvirhøvur gingist væl hjá tennishópinum, sum farnu vikuna hevur verið á Guernsey og kappast.
Besta úrslitið eigur uttan iva Nicholas Thor Lind Petersson, sum í ár vann B-finaluna í einmansleiki.
B-finalan var millum Nicholas Thor Lind Petersson og Pieter Robinson av Guernsey, og Nicholas Thor Lind Petersson vann sannførandi í tveimum settum við úrslitunum 6-3 6-2.
Í tvímansleiki vóru úrslitini eisini á heilt góðari leið, har bæði Ingi Højsted og Hjalti Mohr Jacobsen spældu seg í hálvfinaluna í B-kappingini á aðrari síðuni, meðan Jón Brekku og Nicholas Thor Lind Petersson vóru í hálvfinaluni á hinari síðuni.

Harumframt spældi Jón Brekku seg eisini í hálvfinaluna í B-kappingini.
Pætur Marjunarson Dahl, sum var annar av seedaðu føroysku spælarunum, trekti seg við skaða í fjórðingsfinaluni í A-kappingini, og spældi tí heldur ikki í B-kappingini.
Taptu móti nr. 429 í verðini
Tað var eisini Nicholas Thor Lind Petersson, sum stóð seg best í A-kappingini, har hann spældi seg í áttandapartsfinalurnar, áðrenn hann var sligin út av topp-seedaða Stuart Parker av Jersey.
Stuart Parker endaði eisini við at vinna kappingina í einmansleiki fyri harrar, umframt at hann vann í finaluni í liðkappingini og kom í hálvfinaluna í kappingini í tvímansleiki.
Og tað er kanska heldur ikki so løgið, tí Stuart Parker spældi fyri nøkrum vikum síðani í undankappingini til Wimbledon, hann hevur vunnið sína fyrstu Challenger kapping, og hann er styrkismettur sum nummar 429 á ATP styrkilistanum; altso, hann telist millum 500 teir bestu tennisleikararnir í heiminum.
Oscar Richard Mesquida Berg, sum var seedaður nummar tvey í kappingini og sum eisini endaði á øðrum plássi, hevur eisini verið styrkismettur sum nummar 1173 hjá einstaklingum og 928 í tvímansleiki á ATP styrkilistanum, so tað sigur eitt sindur um toppstøðið í tenniskappingini á Oyggjaleikum.

Ongantíð vunnið so nógvar dystir fyrr
Tilsamans vunnu føroysku leikararnir 12 dystir, sum er tað mesta nakrantíð.
Eingin kvinnuluttøka var úr Føroyum á hesum sinni, men sum skilst er málið at fáa kvinnurnar við í leikirnar á Ynys Møn, um tennis verður á skrá tá. Næstu leikirnir verða á Orknoyggjum, men tá telist tennis ikki millum ítróttargreinarnar.