Pætur Nolsøe fer saman við Teiti Joensen og Dánjali Ragnarssyni at siga frá Føroyum-Ukraina

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

FM1 sendir beinleiðis frá høllini við Tjarnir í morgin frá klokkan 16.40, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti fer eftir fyrsta plássinum í bólki 6, fyri at fáa eina betri styrkismeting til lutakastið til EM-endaspælið. Tað gera Føroyar við sigri ella javnleiki í EM-undankappingardystinum móti Ukraina, ið byrjar klokkan 17. Viðmerkjarar vera Teitur Joensen og Dánjal Ragnarsson.