

Páll A. Klettskarð: – Seinasti neyvleikin manglaði í kvøld
03.07.2026Hoyr samrøðuna okkara reportari, Brynjar J. Poulsen gjørdi við Páll A. Klettskarð hjá KÍ aftaná 0-0 javnleikin í oddauppgerðini móti NSÍ við Løkin í Runavík. Páll staðfestir, at seinasti neyvleikin manglaði í dystinum í kvøld. Talan var um ein dyst, har bæði liðini løgdu nógv fyri, og væntar Páll, at endaliga meistarastríðið verður millum júst hesi bæði liðini. Nú bíða tvær uppgerðir móti luksemborgsku meistarunum, Bissen við heimadysti fyrst við Djúpumýru í Klaksvík, og er Páll vónríkur um eitt gott samlað úrslit í fyrsta undanumfarinum í Champions League.
















