Páll Klettskarð er ein av leikarunum, sum er komin aftur í landsliðshópin, nú Eyðun Klakstein er fyribils landsliðsvenjari. Hann var sjáldan partur av hópinum hjá Håkan Ericson, fyrrverandi landsliðsvenjara.
Trygvi Absalonsen frá FM1 hitti Páll Klettskarð í Jerevan, har landsliðið spælir móti Armenia klokkan 17 hósdagin. og Páll Klettskarð vónar at sleppa á vøllin.
– Eg hopi at sleppa at spæla ein leiklut í øllum førum. Men vit skulu hava úrslit, og vit eru komnir fyri at arbeiða hart. Vónandi sleppi eg at vera ein partur av tí eisini. Eg haldi eg havi nakrar minuttir eftir í mær, um tað skal vera, sigur Páll Klettskarð við FM1.
Páll Klettskarð letur væl at fyrireikingunum:
– Fyrireikingarnar hava verið góðar. Vit hava verið fleiri mans savnaðir í Føroyum til nakrar venjingar, og roynt at arbeitt nøkur ting í gjøgnum, og nú er so fullur hópur her niðri. So fyrireikingarnar hava verið so góðar kunnu vera.
Lurta eftir allari samrøðuni niðanfyri.