Paul Watson á veg til Fraklands

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria, er nú sunnan fyri Føroyar nærhendis Hetlandi og Orknoyggjum, og um kunningin á Marinetraffic er álítandi, hevur skipið kós móti La Rochelle í Fraklandi.

Einki er at síggja um ætlanirnar hjá skipinum á teimum ymsu Facebook síðunum hjá Paul Watson, og ilt er at siga, hvørji ørindi John Paul De Joria hevur í Rochelle.

John Paul De Joria sigldi í gjár inn um 12 fjórðingar í einari roynd at sleppa til Sandavágs til grindina, ið varð merkt har.

Í Skopunarfirði møtti John Paul De Joria tó bæði Brimli og Tjaldrinum, og tá seinasti hvalurin var merktur í Sandavági, vendi John Paul De Joria vestureftir og sigldi út um 12 fjórðingar aftur.

Á Facebook legði John Paul De Joria myndir út av einum skjóttgangandi RIB báti, og tey umborð á John Paul De Joria vildu vera við, at hetta var løgreglan, sum royndi at sleppa umborð á skipið.

Talan var tó um ein skjóttgangandi bát frá RIB62, og umborð á bátinum vóru ferðafólk.