Paul Watson vil vera við, at hann hevur fingið boð frá løgregluni í Føroyum um at møta í Føroya rætti 20. Juli, har hann skal sigast at vera ákærdur fyri at koma inn í føroyskt sjóøki uttan loyvi.
Eftir øllum at døma hava hesi verið ørindini, tá løgreglan fríggjadagin sigldi út til skipið hjá Paul Watson, sum eitur John Paul De Joria.
John Paul De Joria liggur uttan fyri 12 fjórðingamarkið eystanfyri, og Rescue Lív hjá Havnar Bjargingarfelag førdi løgreglufólk út til skipið.
Michael Boolsen vildi ikki gera viðmerkingar til ørindini hjá løgreglufólkunum umborð har.
Tað er kortini ikki líkt til, at Paul Watson fer at møta upp í Føroya rætti at standa til svars fyri ákæruni, og á Facebook skrivar Paul Watson: “Ja, sum um tað fer at henda.”
John Paul De Joria hevur ligið uttan fyri 12 fjórðingamarkið síðan næstseinastsa sunnudag, og ætlanin er at halda fram við tí fyribils, skrivar Paul Watson, men leggur aftrat, at verður grindaboð aftur, hava tey einki annað val enn at svara upp á tað.