Paul Watson hevur ikki verið innan fyri 12-fjórðingamarkið aftur

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Síðan Paul Watson við skipinum John Paul De Joria sigldi til Havnar í einari roynd at leggja seg upp í grindadrápið sunnudagin, hevur hann ikki verið aftur innan fyri 12 fjórðingar frá Føroyum.

Tað vísa AIS dátur frá skipinum, sum í løtuni liggur júst eystan fyri 12 fjórðingamarkið.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur givið skipinum forboð fyri at koma inn um 12 fjórðingamarkið, men tá tað frættist, at grindaboð var í Havn sunnudagin, sigldi John Paul De Joria kortini inn um.

Paul Watson og manning hansara vóru stødd norðanfyri, tá grindin varð rikin til Havnar, og John Paul De Joria sigldi tí suður gjøgnum Djúpini við kós móti grindadrápinum, men tá John Paul De Joria kom til molan í Havn, var longu ov seint.

Í hølunum á John Paul DeJoria sigldi Tjaldrið, og í Nólsoyarfirði lá eisini Hvidbjørnen og bíðaði, men fútin segði tá við Kringvarpið, at skuldi løgrelan gera nakað við Paul Watson og manning hansara, so skuldi tað standa mát við lógarbrotið, ið varð framt.

Í hesum førinum varð ikki valt at gera stórvegis við málið, men fútin gjørdi greitt, at løgreglan hevði fylgt og dokumenterað siglingina hjá John Paul De Joria.

Eftir at tað gjørdist greitt, at einki dráp var at leggja seg út í, sigldi John Paul De Joria eystureftir til skipið var komið júst út um 12 fjórðingamarkið.

Í døgunum síðan sunnudagin hevur John Paul De Joria siglt aftur og fram eystanfyri, tó uttan nakrantíð at taka seg inn um 12 fjórðingamarkið.