Pauli Magnussen aftur leiðari á ungdómshúsinum Staðum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vestmanna kommuna hevur sett Paula Magnussen sum leiðara á ungdómshúsinum Staðnum.

Hetta er ikki ein nýggj uppgáva fyri Paula, tí hann var eisini leiðari í Staðnum frá tí húsið lat upp í 2008 og heilt fram til 2020.

Staðið er eitt stað, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Húsið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars.

Leiðarin hevur ábyrgd av at fyrireika og leggja dagarnar til rættis, og hann hevur dagligt samskifti við tey ungu. Afturat leiðaranum eru altíð tvey dugnalig starvsfólk til arbeiðis samstundis.

Í vetur hevur Staðið opið fyri 4.–6. flokki tveir seinnapartar um vikuna. Og fyri 7. flokk og eldri upp í 17 ár fýra gerandiskvøld um vikuna, umframt nøkur leygarkvøld um árið.

Staðið letur upp aftur í septembur.