StÍF-leikarin, Pauli Rasmussen, sum spælir við føroyska U19-landsliðnum, hevur í vikuskiftinum luttikið í Respect Your Talent átakinum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF í Wien. Til dagliga spælir. Tað skrivar Hondbóltssambandið.
Pauli Rasmussen var ein av teimum, sum vóru kosnir dagsins leikarar í U18 EM-endaspælinum í summar, og fekk hann hervið innbjóðing at luttaka í átakinum og at vera ambassadørur fyri Respect Your Talent.
EHF vil við átakinum stimbra yrkis- og leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarayrkisleiðin er av.
Á skránni hetta vikuskiftið vóru m.a. hesi evni, tvíbýtta yrkisleiðin, antidoping, samskiftisvenjing, sosialir miðlar og ítróttarlóggáva. Evnini vóru viðgjørd saman við fleiri kendum hondbóltsnøvnum, millum annað. Hans Lindberg, Viran Morros og Lubomir Vranjes.



